sunnudagur, 25. september 2016

Enn ein sigur


H71-Kyndil: 26 -19 (12-7)


Dysturin í dag bleiv ongantíð serliga spennandi.

Grønu menninir vitjaðu í í Hoyvík í dag, og teir máttu heim sum av torvheiðum. Dysturin endaði við 26-19 aftan á 12-7 í hálvleikinum.

 

Talan bleiv um ein ikki serliga spennandi dyst. Serliga Kyndil gjørdi nógvar feilir - feil-avleveringar, vána skot og skot við síðuna av. Tað kostaði somikið, at í 20. minutti var støðan 8-2. Heldur ikki serliga nógv mál til okkara skal sigast.

 

Burtursæð frá byrjanini, so vóru vit ongantíð minni enn 5 mál frammanfyri. Og av tí sama bleiv dysturin ongantíð serliga spennandi. Tó so - tað vóru nakrar perlur at síggja, og tað mumdu vera tær, sum bjargaðu okkum áskoðarum upplivilsið.

 

Dysturin var stundum nakað harður - 6 gul kort og 11 útvísingar íalt bleiv tað til.

 

H71 royndi fleiri ferðir við 7 útileikarum, og tað riggaði sum heild væl. Tó so at Kyndil fekk eini 2-3 mál í opið mál. Hetta er vansin við hesum spæliháttinum, men um nettoúrtøkan er positiv, so mann tað vera í lagi. Tað setir í øllum førum onnur krøv til bæði liðini enn fyrr. Álopsliðið skal millum annað ansa væl eftir ikki at missa bóltin, og verjuliðið má hava eitt øðrvísi yvirlit og syrgja fyri at flyta verjuna øðrvísi enn fyrr. Verður hetta alt ikki vant væl heimanífrá, so er er skjótt, at tap er í hendi.

 

Ein nýggjur/gamal málverji var á okkara liði í dag. Og hóast tað nú eru nøkur ár, síðani Jens á Skipagøtu vardi H71-málið, so var hann slett ikki fyri nothing í dag.

 

Sjálvt um vit vunnu, so er sjálvandi ikki at leggja seg afturá, tí pláss er betringum, treyðugt so. Hevði Kyndil verið hepnari við sínum skotum, so hevði støðan í dag heilt vist verið ein onnur.

 

Okkara menn hava nú fingið fult, 6 stig fyri 3 dystir, meðan Kyndil enn onki stig hevur fingið.

Støðuna í FTZ-deildini sært tú her á Úrslitatænastuni.

 

 

Dómaraseðil.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com