mánadagur, 3. oktober 2016

H71 og TRYGD lýsingarsamstarv


Tann 30. september 2016 skrivaði Janus Thomsen, stjóri í TRYGD, og Anna Dam, forkvinna í H71, undir ein samstarvssáttmála.
 
Anna Dam fegnast um, at TRYGD vil stuðla H71 og viðmerkir, at uttan góðar stuðlar úr vinnulívinum ber illa til at reka eitt so stórt felag sum H71 við útvið 400 limun.
 
Hondbólturin er ein vaksandi ítróttargrein í Føroyum, og vit kunnu staðfesta, at áhugin millum fólk, vinnulív  og miðlar fyri hondbólti er vaksandi. H71 leggur dent á at hava eitt gott ungdómsarbeiði, og stuðulin frá TRYGD eins og okkara høvuðsstuðlum Suðuroyar Sparikassa, Bónus, Auto Service og J&K Petersen er avgerðandi í hesum sambandi.
 
TRYGD er sjónligt á blusunum hjá besta liðnum hjá H71 og fer eisini at verða sjónligt til tiltøk hjá H71 og at ráðgeva um og bjóða fram tryggingar, sum eru viðkomandi til ítróttarfólk.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com