leygardagur, 22. juni 2013

Hallur 40


Í gjár, tann 21. juni, fylti Hallur Danielsen fjøruti ár.

Hóast hesin annars altíð so opinskáraði, kraftamikli og konfronterandi maður meldaði pass á sínum runda ársdegi við at leita sær út á onkra ókristiliga útoyggj, og soleiðis súlta einhvørja vón um eitt gedigent gildi í Bertugøtu 10, tá ynskja vit í H71 honum hjartaliga tillukku.

Við hesum er Hallur nú tilkomin. Frá yvirvaksnum óvita er hann nú gamal vorðin. Honum líkt fer hann at mýkja og vinkla hesa útumfarandi marknagrøv í hansara ævi... men Hallur, tú sleppur ikki burturúr hesum fakta: Tú Ert Gamal... tú veist tað, og nú veit títt elskaða Føroyar tað við!

Hallur Danielsen er ein gefundenes Fressen indeed. Hann kemur ikki bara felagnum Heima í Hoyvík væl við. Nei, tí við sínum ótroyttandi rakstrarmátti og ódligu persónsmensku er hann ein ómissandi kapasitetur fyri H71. Hallur er ein felagsmaður um háls. Hann er í høllini hvønn dag, antin sum vanligur interessantur, sum avloysari á AA-bonkinum, peningainnsavnandi dynamo, nevndarlimur, foreldur, provokatørur ella venjari.

Umframt sum nevndarlim er tað jú serliga í venjaragerninginum, sum yvirhysteriskt medforeldur, at eg eri komin at kenna Hall. Loyalur og humoristiskur. Stundvísur og nákvæmur. Men í mun til so nógvar aðrar framúr venjarar tilhoyrir hann hasa rasuna av vinnaravenjarum, sum sær tí breiðu myndina.

Misskil meg ikki, Oh boy, maðurin vil vinna!, men fyrst og fremst handlar tað um at menna, hvat "hansara gentur" eru ein livandi vitnisburður um. Svanna byrjaði við teimum, men Hallur hevur fylgt teimum síðani heilt lítlar, og hevur so vant tær seinastu árini, onkuntíð upp til fýra ferðir vikuliga, og so dystir afturat. Ídag eru tær annaðhvørt tannáringar, ella á veg at blíva tað, og hava tí yvirlivað Hallursa hárturkaraviðgerð.

Hallursa størsti veikleiki er samtíðis hansara størsta styrki: at hann nær sum helst vil øllum so øgiliga væl. Til tíðir hevur hann hug at, ja, skulu vit siga, "loypa framav" í hansara ótolni og nullaksept av ófordragiligheit, halloy-loysnum, vantandi professionalismu og pillbýttheit sum heild. Og vit elska hann fyri júst hetta. Líka skjótur er hann tó, sum tann góði ókatolkkur hann er, at umbera á staðnum--kanska dekan ov ofta:) tað sum vit, ið standa honum nær, ikki vita, og neyvan nakrantíð fara, er í hvønn mun, so snarklókur hann er, ger alt hetta við vilja.

Hallur er knívhvassur hugsari. Jú, eitt taktiskt begávilsi í ítrótti, men eisini eitt sálarligt akker í tí arbeiði og felagsskapi, hann halgar seg til. Nú tá ið hann bar seg undan allari talu við at mynstra úr Hoyvíkini, hugsaðu vit, at hann kortini skal fáa at vita, og tit við, hvussu fittur og fantastiskur og fanatiskur hann faktiskt er--sum menniskja og H71ari...

Vit lata orðið til, fyrst, Sunnevu, síðani Petur Even og síðst, men ikki minst, Høgna. Ger so væl...

Líka eitt áðrenn - her ber til at síggja in film um føðingardagsbarnið.
Og so fer orðið víðari...

---
Sunneva Jacobsen, formaður í H71:
Eg kom at kenna Hall, tá eg í 2006 bleiv forkvinna í H71. Hesi árini havi eg lagt merki til ein persón við áræði og við nógvum góðum, og minni góðum, hugskotum. Ein persónur, sum vil øllum tað besta, men av eini hvørjari orsøk hevur lyndi til at “traðka í spinatið” við hvørt--tilvitað ella ikki er eitt sindur ivasamt. Men metir hann seg at vera farin ov langt ella skeivur í onkrum, dugir hann eisini at viðganga hetta og siga frá á røttum staði.

Hallur er ein persónur, eg eri farin at dáma ómetaliga væl, og sum eg virði høgt fyri tað arbeiði, hann ger í H71 og fyri hondbóltin í Føroyum sum heild.

Góði Hallur, eg ynski tær hjartaliga til lukku við teimum 40 árunum við ynski um alt tað besta til tín og tína familju.

---
Petur Even Djurhuus, eldsál í H71:
Tá av álvara varð sett á at útstykkja í Hoyvík fyrst í 70-unum og at flyta hesa lítlu bygd í útriðini av Havnini fram til tað hon er í dag, flutti Hallur til Hoyvíkar at búgva.

Familjan hevði fingið tillutað stykkið niðast í “snobba”-brekkuni vit kallaðu, har ein so sera grøn og hugnalig lagd var. Vit plagdu sum børn at fara “útferð” vit matpakka í henda plett og nú framburðurin legði hetta “Sjangrila” okkara undir asfalt, ivaðust vit hoyvíksbørn ongantíð í, at Hallur og tey – ella tey hjá Mortan í Sunnudagsskúlanum, sum pápi Hallur varð nevndur í Hoyvík eftir sunnudagsskúlayrki sínum - høvdu fingið tillutað besta stykkið av øllum í nýggja partinum av Hoyvík.

At Hallur soleiðis kom at vaksa upp í hesi grønu lagd mítt í hjartanum í Hoyvík, hevur so avgjørt sett seg í hjartað og sinni hansara, og hevur hann frá fyrsta degi verið hoyvíkingur við stóra H. Hóast Hallur sum tannáringur hevði nøkur fá ár í útlegd niðri í Havn, so hevur hann altíð verið í Hoyvík, alt til henda dag, hann nú sum fullvaksin (kanska ov fullvaksin vil onkur vera við) rundar tey 40 árini.

Sjálvur eri eg 10 ár eldri enn Hallur og er hetta stórur munur á barnaárum. Okkara leiðir krossaðust tá mest í Sunnudagsskúlanum, har pápi hansara ráddi fyri borgum — ein kann so í dag spyrja hvør av okkum man hava fingið mest við í tí skúlanum, havandi atburð og orðaval okkara í huga, tá vit hvør í sínum lagi frá síðulinjuni fylgja ymsu liðunum hjá H71 í dystum kring landið.

Kom av álvara at kenna Hall, tá eg eftir loknan lestur kom heim til Hoyvíkar aftur síðst í 80 - unum. At 80 - ini og tann samfelagsligi glantrileikur, ið hevði verið í Føroyum hesi ár, høvdu sett síni djúpu og varandi spor í føroyska samfelagið, er ein kendur og royndur lutur. At glantrileikurin eisini hevði rinið við einkarbarn hoyvíkinga – H71 – er kanska ikki so nógv umrøtt. Men so var. Felagið lá síðst í 80 – unum í andaleypi, skipari, bókhaldari og mesta av táverandi manning hevði stungið í sekkin og var rýmd av landinum, so at kalla einasta, ið eftir varð, vóru ognararnir hjá felagnum – og so næsta ættarliðið av hoyvíkingum, harímillum ikki minst Hallur.

Farið var undir at endurreisa felagið og var Hallur so avgjørt millum teirra, ið ongantíð slepti sær undan, men altíð varð fremstur í víggi og legði alla sál og orku í arbeiðið fyri felagið. Hann var tá við til at taka ábyrgd fyri felagnum og ta ábyrgd hevur hann ongantíð slept aftur, og hevur hann frá tannára-árum til henda dag ótroyttuligur virkað sum venjari, dómari, leikari, peningainnsavnari ella stutt sagt livað og virkað fyri felagið.

Hallur hevur altíð havt eitt óvanliga gløgt eyga, bæði tá um venjing og tá um dystir ræður, og hevur hann harafturat so sera góð evni til at kommunikera hetta út til umheimin. Tað er ikki tað evni, hann ikki er serfrøðingur í, og ein kann ikki opna eitt radiolurt ella ein sjónvarpsskýggja uttan at Hallur gevur sítt serfrøðingaboð uppá eitt og annað, ið uppi er í tíðini ítróttarliga.

Alt frá barni vísti Hallur eisini góð evni sum leikari, bæði innan hondbólt og fótbolt. Onkursvegna burdi tað ikki kunnað hent, at eitt ítróttarfelag kann vera dømt til at tapa ein dyst, tí at felagið nýtir ov ungar leikarar. Hetta er tó hent fyri H71, har næstfremsta liðið í vaksnamannadeildini hjá H71 vann ein dyst á leikvøllum, men eftirfylgjandi varð dømt at tapa dystin, tí mótstøðuliðið klagaði yvir at H71 hevði nýtt ov ungan leikara, og hetta varð júst Hallur, ið sum bert 15 ár gamal, hevði spælt við og skotið fleiri mál í dystinum.

H71 er í dag innan hondbólt millum stóru feløgini í landinum og er hetta ikki minst fólki sum Halli fyri at takka. Hallur hevur at kalla vígt H71 alla frítíð sína og árla og síðla er hann at síggja í høllini, har hann antin er venjari hjá “sínum” gentum, “coach” hjá onkrum øðrum H71 liði, ið hevur tørv á einum gløggum eyga ella djarvari eggjan ella hann fæst við nevndararbeiði fyri felagið.Men H71 er ikki bert eitt ítróttarfelag í Hoyvík. H71 er eisini ein sosialt savnandi depil í bygdini. Og eisini her er Hallur millum avgerandi faktorarnar, tí Hallur er ikki bert sterkur írtóttarliga, hann er eisini sterkur sosialt. Og eins og hann altíð gevir seg fult út á leikvøllum, so gevir hann seg eisini fult út, tá um sosial tiltøk ræður— “mon ikki” kundi verið sluttað av við at sagt.

Sum skilst er hann burturstaddur føðingardagin, men hann hevur gloymt ein jakka heima hjá mær, og leygarkvøld er tá hesi orð verða fest á blað, so hvør veit um hann ikki knappliga stendur í hurðini og spyr eftir jakkanum.

Hjartaliga tillukku við degnum Hallur, og takk fyri mangar góðar og ríkar løtur saman—bæði á og uttanfyri leikvøllin. Vónandi hava vit mangar eftir í ókomnum tíðum.

---
Høgni Hoydal, fyrrverandi venjari, viðleikari og viðdómari – og fjeppari hjá Halli:
- Eg minnist Hall frá tí, hann var lítil smádrongur, har hann m.a. skipaði fyri og spældi fótbólt niðri á lítla grúsvøllinum á Mýrini í Hoyvík. Longu tá ein stigtakari, íblásari og sosialur leiðari millum javnaldrar og ein bóltsnillingur.
Hallur er ein burturúr gløggur og hugsjónarligur persónur. Hann er drivin av virðum og visjónum, sum hann vil fremja saman við øðrum. Hendan intelligensin og eitt sera stórt hjarta hevur hann nýtt til at gerast tann ítróttarmaður og felagsmaður, hann er og hevur verið. Í hondbólti fyri H 71 og í fótbólti fyri HB.

Hallur er filosofiskur og djúphugsin í øllum sum hann ger--eisini sum venjari, dómari, nevndarlimur og leiðari. Og ikki minst sum leikari. Kropsliga var hann klæntrasligur. Men við einum jarnvilja og visjónum um úrslitini, fekk hann kroppin og vøddarnar at gera tað, sum høvdið og hjartað vildu. Og hann menti ein úrmælingsteknikk og eitt høgtflúgvandi samanspæl við sínar liðfelagar, sum bar hann fram at vera millum fremstu hondbólts- og fótbóltsleikarar í Føroyum.

Í hondbólti haldi eg uppá, at hann uppfann heilt serligar útgávur av "hyggja burtur-fintum" og gløggum fríspælingum, sum eiga at vera uppkallaðar eftir honum í hondbóltsbókunum. Eisini inneftir-skrúvað støkkskot niður í gólvið við handliðnum menti hann til eina list.

Onkur vil vera við, at Hallur kann vera snarsintur sum spælari, venjari ella dómari. Tað er hann ikki. Men hann kann øsa seg veruliga og halda á leingi, um hann heldur okkurt vera burturúr órættvíst og óumhugsað gjørt ella sagt móti sær ella øðrum. Aftur her, eru tað høvdið og hjartað sum stýra og ikki nøkur knapplig, kropslig reaksjón.
Hallur er í stuttum hollur, heilhjartaður og hugdrivin. Vit, sum hava havt tann framíhjárætt at leika, venja, døma, hugsa, samstarva, skemta og gleðast saman við honum, eru sera takksom. Hallur er ein miðleingjan í tí, at vit yvirhøvur hava eitt so mennandi felag í Hoyvík í dag. Og hann sær tíbetur út til at halda fram í mong, mong ár afturat.
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com