sunnudagur, 16. oktober 2016

VÍF fekk bæði oyruni í H71-maskinuna


H71-VÍF: 28-17 (10-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Teir fyrstu 15 minuttirnar var onki skil í hjá okkum. Men lukkutíð vóru gestirnar ikki frægari.

Undan dystinum í dag stóðu tvey svíðandi tap í minninum, fyrst móti Neistanum og síðan móti KÍF. Hetta kom heldur óvæntað, tí byrjanin var so góð, tríggir leikandi lættir sigrar, og tí var onki, sum bendi á, at stígur skuldi koma í. Dysturin í dag skuldi so vera ein staðfesting av framhaldandi sigraturki, ella um H71-maskinan hevði fingið røttu smyrjingina og koyrdi, sum hon skuldi. Gott fyri okkum – maskinan koyrir aftur, H71 vant burturúr gestunum og sendi teir heimaftur við einum tapi uppá 11 mál, tí dysturin endaði 28-17 til H71.   

 
Tey, sum vóru og hugdu, mundu hugsa sítt teir fyrstu 15 minuttirnar. Har var onki skil í, men lukkutíð vóru gestirnir ikki frægari, tó so teir komu upp á 6-4, áðrenn tað javnaðist aftur. Hálvleiksstøðan gjørdist 10-10.
 
Seinni hálvleikur gjørdist ein heilt annar. H71 kom á rætta lagið, meðan VÍF hinvegin steðgaði upp og meira ella minni fullu í fátt. Tað er onki at taka seg aftur í, at orsøkin til góðu gongdina var góða verjuspælið hjá H71. Menn fluttu seg fyrimyndarliga og pareraðu til tað stóru gullmedaljuna, og ikki at gloyma okkara góða málmann Ára, sum spældi ein heilt framúrskarandi dyst. Tað var fyrst og fremst í verjuni, at vit vunnu dystin í dag, og tá vit so byrja at skora tey málini, sum vit “áttu”, so gekk bara sum eftir ánni.
 
Dagsins útileikari var heilt greitt Peter Krog. Gott var at síggja at, sjálvt um man byrjar dystin vánaliga, so ber til at koma aftur og spæla stórspæl seinni í sama dysti. Hetta vísti Peter í dag. Hann gjørdist toppskjútti við 8 málum.
 
Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru nakað nógvar útvísingar, og hesa løtuna varð roynt við 7 útileikarum og ongum málmanni. Hetta eydnaðist heldur betur enn verri, onkur bóltur fór í tóma málið, men enn fleiri blivu tveittir burtur í óneyvum køstum. Samanlagt hevur hesin spælihátturin hepnast væl hjá H71.
 
Móti endanum var ein keðilig hending, sum kostaði VÍF eitt reytt kort. Kviki høgri vongurin Pætur Thomsen varð feldur óregluliga undir skjótatsókn, og metti dómaraparið, uttan himpr, hetta til reytt kort. Ikki er greitt, hvussu galið tað gekk Pæturi, men hann varð borin av vølli og spældi ikki meira handan dystin.
 
Støðan í kappingini er, so løgi tað ljóðar, at heili 5 lið liggja fremst við 8 stigum fyri seks spældar dystir. Hesi eru H71, Kyndil, VÍF, Neistin og KÍF, og úr úrslitatalvuni kann lesast, at H71 skorar flest mál, samstundis sum teir eisini verja best. Nakað sum kundi bent á eina javna og spennandi kapping í ár.  
 
Næsti dysturin verður móti Kyndli, og tað verður komandi sunnudag í Høllini á Hálsi.
 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com