30. oktober 2016

Vit bjargaðu okkum einum stigi


H71- StÍF: 25-25 (14-14)


Myndir: Jan Sørensen

Javnleikur var rætta úrslitið, tí tað var javnt allan vegin.

Vit áskoðarar gjørdu helst tað sama sum leikararnir, vit kannaðu okkum bitan, áðrenn hann var svølgdur. Hetta er størsti veikleiki, sum hetta H71-liðið hevur. Vit, so ella so, klára okkum illa móti teimum, vit ikki meta sum teir sterkastu, tí vit megna ikki at spæla nóg konsentrerað og rokna við, at tað man fara at ganga. Hetta er avgjørt nakað, sum venjaraparið má taka í álvara, hetta er ikki nýtt fyribrigdi í H71, vit kenna tað væl frá fyrr.


Dysturin endaði tíbetur við javnleiki. Tá tað til stykkið kom, var bara talan um tap ella í besta føri ein javnleik. Tá 10 sekund vóru eftir, var støðan 25-24 til StÍF og tíbetur eydnaðist tað Peturi at skora uppá tríggjameturstøðu til 25-25, sum bleiv endaliga úrslitið. Spell hjá strandingum og heppið hjá okkum.


Dysturin gekk annars javnt á alla tíðina, liðini skiftust til at liggja eitt og tvey mál frammanfyri, men ikki meira. Sum tað leið móti endanum gjørdist greitt, at dysturin kundi fara báðar vegir, og í so máta kunnu vit siga, at javnleikur var rætta úrslitið, tí tað var javnt allan vegin.


Hetta var ikki nakar branddystur. Hjá H71 kunnu vit siga, at har haltaði bæði í verju og álopi, og menn líkasum fingust ikki til at taka seg saman og levera tann rætta innsatsin.


Strandingar valdu beinanveg at mansverja Peter Krog, og hetta hevði í dag eyðsýndan virknað. Tá soleiðis er, mugu aðrir átaka sær størri leiklut at hótta málið, og átti hetta ikki at verið nakar trupulleiki fyri H71. Tað var tað í dag. Tað vóru nógvir tekniskir feilir, og óneyvleikin í skotroyndum var stórur. Fyri tað mesta var Hans Kári spælskipari, og eydnðist hetta honum reiðiliga væl.


Aftur í dag varð dúgliga roynt við at býta málmannin við ein útileikara afturat í álopum. Hetta eydnast fyri so vítt væl, tað kostaði onki bíligt mál, men tað gekk nú heldur ikki av tí besta at fáa mál. Vit hava ikki reiðiliga duga at spæla verjuna tunna enn, men tað kemur nokk.


Hjá strandingum er Sveinur altíð eyðsýndur og ein støðug hóttan. Spælið gekk væl og bóltferðslan gongur kvikliga, og menn sýnast at finna hvønn annan reiðiliga væl. Har eru fleiri lágvaksnir leikarar, sum tó fáa væl burturúr við kvikligum spæli. Topskorðari gjørdist Allan Norðberg við seks málum. 


Úrslitið í dag ger, at vit framvegis liggja nr. 1. Kollfirðingar vunnu í dag á Kyndli og hava spælt færri dystir enn hini liðini, og kunnu - um væl ber til hjá teimum - leggja seg á odda, um teir vinna sínar dystir. Næsti dysturin hjá H71 er nevniliga júst móti KÍF, og tí er hetta ein sokallaður 4-stigs dystur. Hetta verður 9. november.

 

---

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo