12. november 2016

Nýggjur leikfaldari


Leikfaldari nummar 4 hetta kappingarárið er komin út í sambandi við heimadystin sunnudagin móti Neistanum.

Í faldaranum hesa ferð verða altjóða hondbóltskappingarnar, sum vera í Føroyum í næstum, umrøddar.

 

Talan er um undankappingar til EM og HM fyri A-landslið hjá monnum og hjá kvinnum og hjá U21 monnum.

Dystirnir vera í desember og januar komandi.

 

Ein kend eldsál í H71 er Helena Dahl Olesen. Hon hevur í nógv ár staðið á odda fyri stuðlafelagnum. Og við hennara lið hevur ein av dyggu stuðlunum verið maðurin Kurt.

Nú hevur Helena valt at leggja frá sær. Hetta verður umrøtt í faldaranum.

 

Pauli Mittún frá D16 er í elektriska stólinum, har hann avdúkar sítt besta "skoritrikk".

 

Heri Ziska er kropsligur venjari hjá H71. Umframt tað er hann ein stríðssál innan frælsa ítrótt í Føroyum. Og her fyri varð hann útnevndur "Årets Leder" hjá DAF Awards.

Í faldaranum er samrøða við Hera um hendan flotta heiðurin, um tað at koma til H71 uttan at hava kunnleika til hondbólt og ymiskt annað.

Tú kanst lesa um DAF Awards her á heimasíðuni hjá Dansk Atletik Forbund.

 

Frá okkum her á heimasíðuni skal ljóða eitt STÓRT TILLUKKU, Heri!

 

 

Faldarin er borin út øll hús í Hoyvik.

 

Og - sum vant - so ber eisini til at lesa faldaran her á heimasíðuni.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 annadam@bvs.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo