sunnudagur, 13. november 2016

Ein dýrur sigur hjá H71


H71-Neistin: 22-20 (13-9)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Fyrri dysturin millum Neistan og H71 endaði við einum greiðum sigri til Neistan. Seinastu undanfarin ár, hevur Neistin veri eitt torført lið hjá H71. Spenningur var tí undan dystinum um, hvussu úrslitið mundi fara at verða, fleiri høvdu ringar vónir, meðan onnur bert vóru heldur ivasom.

 

Tá teir obligatorisku 60 minuttirnir vóru leiktir, kundi staðfestast, at H71 hevði vunnið dystin og ognað sær tvey stig afturat. Hetta var ikki nakar lættur dystur, og tey tvey stigini kostaðu okkum nógv í aðrar mátar, tí bæði Peter og Jónas fóru skaddir av vølli. Hjá Peturi var skaðin so mikið álvarsamur, at hann ikki spælir aftur hesi megin jól, meðan tað ikki reiðiliga er greitt, hvussu álvarsamur skaðin hjá Jónasi er. Petur breyt tummillin, meðan tað var knæðið hjá Jónasi. Vónandi fáa teir ikki mein av hesum. (Tú kanst lesa meira um tað her á IN.FO).

 

Hetta broytti, sum vera man, dystin fyri H71. Venjararnir valdu heldur ótraditionelt at seta heilt óroyndar leikarar inn, í staðin fyri, sum heldur vanligt, at seta meira rutinu inn. Inn komu Leivur Mortensen, Vilhelm Poulsen og Niclas Højgaard. Leivur fekk beinanveg torføru uppgávuna at skjóta brotskøst. Vanliga er hetta nakað, sum verður latið í hendurnar á Peturi, Jónas, Hans Kára og Dánjal, men teir vóru ikki tøkir. Hetta var tó ikki nakað problem, tí Leivur setti bóltarnar trygt í netið báðu ferð.

 

Dysturin sjálvur gekk soleiðis, at H71 var frammanfyri allan dystin á tamb. Fyrstu 15 minuttirnir vóru teir, sum gingu best, og tá sá uppgávan heldur lættari út, enn hon seinni bleiv. Hálvleiksstøðan var 13-9, sum má metast at verða eitt gott útgangsstøði til annan hálvleik. Hetta var tó ikki meira, enn vit høvdu brúk fyri, tí dysturin endaði 22-20. Tá 10 min. restaðu í, var bert eitt mál á muni 19-18 til H71, og tað sama tá minni enn ein minuttur var eftir. 

 

Um dystin sum heild mugu vit siga, at hetta ikki var ein av teimum bestu hjá H71, bæði verja og álop spældu minni enn optimalt. Dysturin var rótutur, og nógvir feilir vóru eisini.

 

Kanna vit eftir á dómaraseðlinum, so sæst at málini vóru javnt fordeild. Ongin skoraði meira enn 3 mál (Rúni, Andor, Jónas og Hilmar Leon). Gott var at síggja Hilmar Leon aftur, og Rúni tók við ábyrgd, tá tað stóð á. Eisini má nevnast, at aftur í dag var boð eftir Jens á Skipagøtu í mál, og væl bar til hjá honum, tí tað er helst ikki at gera ov nógv av, tá vit siga, at Jens vann okkum dystin við frálíkum bjargingum, tá mest stóð á.

 

Vit hava nú 17 stig fyri 11 dystir, sum má sigast at vera eitt frá líkt úrslit “so far”. Bert tveir taptir og ein javnur dystur. Næsti dystur verður 27. november móti Kyndli.

 

Dómaraseðil.

 

Myndir frá dystunum síggjast ovarliga til høgru her á síðuni og í Myndasavninum.

Nakrar myndir frá dystinum eru eisini á IN.FO.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com