sunnudagur, 27. november 2016

Tvey góð stig afturat til H71


H71-Kyndil: 24-23 (15-11)


Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo

Nú kappingin er komin júst í helvt ber til at siga, at summir dystir hava størri týdning enn aðrir. Dysturin í dag kundi flokkast sum ein av teimum. So at siga ongin munur er teimum fýra ovastu liðunum, og tí er avgerandi at vinna á júst hesum liðum. Dysturin í dag var eisini serligur við tað, at skaðalistin hjá H71 er longur, enn hvat gott er, og slíkt kann í tøttum dystum koppa úrslitið skeivan veg. Útlitini til spenning vóru tí avgjørt til staðar undan dystinum.


Dysturin endaði við, at H71 vann 24-23, og fekk harvið hesi bæði týdningarmiklu stigini. Dysturin í dag var eitt livandi dømi um, hvussu spennandi hondbóltur kann vera. Úrslitið er ongantíð givið, fyrr enn dysturin er bríkslaður av. Tá 5 minuttir vóru eftir, var støðan 23-21 til Kyndil, og tey flestu høvdu góðtikið, at dysturin var taptur. Beint undan hesum var ein støða, sum sigur so nógv um hondbólt, og hvussu lítið skal til fyri at venda einum dysti. Vit høvdu hegnisliga fiskað bóltin frá Kyndli og vóru á veg í álop, tá ein kyndlari brádliga fiskaði bóltin og skoraði. Hetta var sjálvsagt ein orduligur frammaná, og í hesi ókonsentratión kom onkur at lata bóltin rulla frameftir, tá bólturin skuldi gevast upp. Hetta takseraðu dómararnir til drál, vit mistu bóltin, og tað kostaði eitt mál afturat. Brádliga vóru tvey mál skoraði ímóti okkum, burturúr ongum, uppá ein minutt. Tað var her tey flestu (og helst eisini Kyndil og kyndilsfólk) hildu, at dysturin var farin. Tað var helst onki at gera, tí tað vóru bert 5 minuttir eftir, Kyndil hevði funnið stevið, og tað koyrdi betur hjá teimum.


Tíbetur, bæði fyri okkum, og hondbóltin sum heild, so bert til at vinna ein hondbóltsdyst, sjálvt um oddsini eru lítil. Tað, sum hendi hesa lítlu løtuna, var ein heppin samanrenning av góðari verju og góðum málmansspæli og einstaklingaavrikum, júst tá tað skal verða. Fyrst herjaði Hilmar Leon beint á kyndilsmálið og snýtti málmannin hegnisliga í sjálvum skotinum til úrslitið 22-23. Síðan fiskaði Pætur bóltin, rann sjálvur fram og skoraði til 23-23, og eftir eina góða bjarging setti Ári skjótt spælið í gongd aftur, har Mark hegnisliga bendi bóltin út til Dánjal, sum líka so hegnisliga skoraði okkum sigursmálið (sum hann eisini hevur roynt fyrr). Kyndil megnaði ikki at gagnnýta tey írestandi 20 sekundini og sjónliga (og skiljandi) máttu teir lata sigurin gleppa teimum úr hondum.


Gleði og vónbrot alt í einum, men soleiðis er hondbóltur tá hann er best. 


Um dystin sum heild kann sigast, at tað gekk óføra væl hjá H71 í fyrra hálvleiki. Við hálvleik vóru fýra máli á muni. Í staðin fyri at økja um munin, so tók at dragna beinanvegin í seinna hálvleiki. Tað gekk betur í kyndlaverjuni, og so var ein avgerandi faktorur í kyndlaálopinum, sum broytti álopspartin munandi. Hetta var strikuspælarin Hørður Fannar Sigtórsson. Í fyrra hálvleiki var hann ikki so sjónligur í leiki, men í seinna hálvleiki var hann um at søkka H71-skútuna. Hann var lættur at spæla, nærum ógjørligur at verja og skoraði sjey ferðir. H71 verjan var hjálparleys og megnaði ikki at koma við nakrari loyst. Hetta var høvuðsorsøkin til góðu gongdina hjá Kyndli í seinna hálvleiki.


Skaðastøðan hjá H71 er onki serlig í løtuni. Har eru fleiri sum eru heilskaddir, og summir spæla, hóast teir dragast við eitthvørt skaðakent. Havandi hetta í huga, so kunnu vit ikki annað enn fegnast stórliga um úrslitið í dag. Tikið verður til, “at maður kemur í mans stað”, og soleiðis má tað vera. Ein av stóru spælarunum í dag var Hilmar Leon, sum skoraði fimm mál, og tað væl fyri. Okkurt serliga hegnisligt kann eisini nevnast. Legði serliga til merkis samspælið millum Rúna og Dánjal, har Rúni hegnisliga teimar avleveringina til Dánjal júst, tá verjuholið uppstendur, avlevering hjá Mark inn til Helga á strikuni, einmansavrikið hjá Hilmar Leon og flúgvaran hjá Boga.


Mark, sum í ár er partur av venjaratoyminum, var aftur at síggja sum leikari í dag. Hetta er ivaleyst ikki ætlanin, men man helst hava samband við skaðastøðuna, soleiðis sum hon er. 


Samlaða støðan er nú tann, at H71 liggur greitt á odda við 19 stigum fyri 12 dystir. Næstir liggja VÍF við 15 stigum fyri 11 dystir. Kyndil eru dragnaðir eitt sindur og liggja nr. trý við 15 stigum fyri 13 dystir. Spennandi verður tann 11. desember, tá nr. eitt og nr. tvey bresta saman í høllini í Vestmanna. 


Annars  kunnu vit nevna, at týski landsliðsvenjarin í hondbólti var og hugdi at dystinum. Helst fekk hann okkurt gott við sær aftur til Týsklands.

 

Dómaraseðil.

 

Úrslitini frá og støðuna hjá FTZ-deildini sært tú her á Úrslitatænastuni,

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com