hósdagur, 8. desember 2016

Jólahald


Stuðlajól í Hoyvíkshøllini 21.desember klokkan 17.00

Jólahaldið verður í Hoyvíkshøllini mikudagin tann 21. desember 2016 frá klokkan 17.00 til umleið klokkan 20.00.


Frá klokkan 17 og umleið ein tíma fram verður ein hugnaløta, har vit fara at dansa um jólatræið. Vit fáa jólamenn á vitjan við pakkum til børnini, og borðreitt verður við kaffi, te, smurdum breyði og køkum.

 

Hvør familja verður biðin um at hava eitt fat av smurdum breyði ella líknandi við.

 

Aftaná hugnaløtuna verða hondbóltsdystir, har nøkur av yngru liðunum fara at spæla hondbólt ímóti foreldrum.

 

Systkin, foreldur, ommur, abbar og onnur eru sjálvandi vælkomin við.  

 

Vit vóna at síggja nógv fólk í høllini.  

 

Vaksin og børn skulu vera í ítróttarskóm og klár til ein dyst um neyðugt.  

 

Við ynski um eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.

 

Heilsan 
H 71 Stuðlar



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com