týsdagur, 3. januar 2017
Tað vera tvær spennandi landsliðskappingar í hondbólti í Føroyum tvey tey fyrstu vikuskiftini í januar.
Fyrst spælir U21-landsliðið við monnum HM-undankapping dagarnar 6 - 8. januar.
Og longu vikuskiftið eftir, dagarnar 13 - 15. januar, spælir A-landsliðið við monnum EM-undankappingardystir.
Umframt fleiri av lyklaleikarunum á FTZ liðnum hjá H71 eru eisini Hørður og Brandur, sum nú leika hondbólt í Flensburg, millum teir seks hoyvíkingarnar sum skulu í eldin í vikuskiftinum.
Teir, sum eru úttiknir at umboða Føroyar á U21-liðnum, eru:
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Rói Berg Hansen, Neistin
Torkil Hentze, Neistin
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Jónas Gunnarson Djurhuus, H71
Pætur Thomsen, H71
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Fríði Hammer Weyhe, KÍF
Pætur Johansen, StÍF
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
Áki Egilsnes, TMS Ringsted
Sjúrður Olsen, VÍF
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Venjarar hjá liðnum eru Kári Nielsen, Ingi Olsen og Bogi Henriksen. Jákup Durhuus er liðleiðari, og Beinta Bendix Laursen fysioterapeut.
Føroyar eru í bólki 7 saman við Sveis, Ísrael og Finnlandi.
Sveis, sum Føroyar hava spælt og tapt móti áður, er seedað ovast og verður mett sum sterkasta liðið í bólkinum. Ísrael kenna vit ikki so væl, meðan Føroyar fyrr hevur møtt og vunnið á finska liðnum.
Dystarskráin er hendan:
Fríggjadagin 6. januar
Kl. 18.00 Ísrael - Finnland
Kl. 20.00 Sveis - Føroyar
Leygardagin 8. jan
Kl. 16.00 Finnland - Sveis
Kl. 18.00 Føroyar - Ísrael
Sunnudagin 9. jan
Kl. 15.00 Sveis - Ísrael
Kl. 17.00 Føroyar - Finnland
Spælt verður um eitt pláss í HM endaspælinum, sum verður í Algeria í summar. Tað er bert vinnandi liðið, sum ferð víðari til endaspælið.
Okkara leikarar vóna, at nógvir hoyvíkingar fara at leggja leiðina oman í Høllina á Hálsi at stuðla teimum.
Hóast mótstøðan er hørð, so er hetta helst eitt tað mest roynda ungdómslandsliðið, sum Føroyar nakrantíð hava havt í hondbólti. Og nógvir av leikarunum hava spælt saman, síðani teir vóru blaðungir.
Um alt gongur upp í eina hægri eind og vit duga at gagnnýta fyrimunin av at spæla á heimavølli, so eru vónir um, at vit megna at spæla okkum til eitt endaspæl. Føroyar hava enn ongantíð luttikið í einum endaspæli, hóast júst hetta liðið hevur fingið heilt góð úrslit fyrr.
Til ber at keypa atgongumerki til allar dystirnar í forsølu fyri kr. 350,- sí HSF.fo. Annars er kostnaðurin kr. 100,- fyri vaksin og kr. 50,- fyri børn.
4. september
29. august
27. juni
11. mai
10. mai
9. mai
18. apríl
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo |