3. januar 2017

H71 væl umboðað á U21 landsliðnum


Tað vera tvær spennandi landsliðskappingar í hondbólti í Føroyum tvey tey fyrstu vikuskiftini í januar.

Fyrst spælir U21-landsliðið við monnum HM-undankapping dagarnar 6 - 8. januar.

 

Og longu vikuskiftið eftir, dagarnar 13 - 15. januar, spælir A-landsliðið við monnum EM-undankappingardystir.

U21

Umframt fleiri av lyklaleikarunum á FTZ liðnum hjá H71 eru eisini Hørður og Brandur, sum nú leika hondbólt í Flensburg, millum teir seks hoyvíkingarnar sum skulu í eldin í vikuskiftinum.

 

Teir, sum eru úttiknir at umboða Føroyar á U21-liðnum, eru:

 Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
 Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
 Rói Berg Hansen, Neistin
 Torkil Hentze, Neistin
 Helgi Hildarson Hoydal, H71
 Hilmar Leon Jakobsen, H71
 Jónas Gunnarson Djurhuus, H71
 Pætur Thomsen, H71
 Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
 Fríði Hammer Weyhe, KÍF
 Pætur Johansen, StÍF
 Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
 Áki Egilsnes, TMS Ringsted
 Sjúrður Olsen, VÍF
 Teis Horn Rasmussen, Neistin
 Pætur Mikkjalsson, Neistin

 

Venjarar hjá liðnum eru Kári Nielsen, Ingi Olsen og Bogi Henriksen. Jákup Durhuus er liðleiðari, og Beinta Bendix Laursen fysioterapeut.

 

Liðini

Føroyar eru í bólki 7 saman við Sveis, Ísrael og Finnlandi.

 

Sveis, sum Føroyar hava spælt og tapt móti áður, er seedað ovast og verður mett sum sterkasta liðið í bólkinum. Ísrael kenna vit ikki so væl, meðan Føroyar fyrr hevur møtt og vunnið á finska liðnum.

 

Dystirnir

Dystarskráin er hendan:

Fríggjadagin 6. januar
 Kl. 18.00 Ísrael - Finnland
 Kl. 20.00 Sveis - Føroyar

Leygardagin 8. jan
 Kl. 16.00 Finnland - Sveis
 Kl. 18.00 Føroyar - Ísrael

Sunnudagin 9. jan
 Kl. 15.00 Sveis - Ísrael
 Kl. 17.00 Føroyar - Finnland

 

Spælt verður um eitt pláss í HM endaspælinum, sum verður í Algeria í summar. Tað er bert vinnandi liðið, sum ferð víðari til endaspælið.

 

Kom og hygg

Okkara leikarar vóna, at nógvir hoyvíkingar fara at leggja leiðina oman í Høllina á Hálsi at stuðla teimum.

 

Hóast mótstøðan er hørð, so er hetta helst eitt tað mest roynda ungdómslandsliðið, sum Føroyar nakrantíð hava havt í hondbólti. Og nógvir av leikarunum hava spælt saman, síðani teir vóru blaðungir.

 

Um alt gongur upp í eina hægri eind og vit duga at gagnnýta fyrimunin av at spæla á heimavølli, so eru vónir um, at vit  megna at spæla okkum til eitt endaspæl. Føroyar hava enn ongantíð luttikið í einum endaspæli, hóast júst hetta liðið hevur fingið heilt góð úrslit fyrr.

 

Til ber at keypa atgongumerki til allar dystirnar í forsølu fyri kr. 350,- sí HSF.fo. Annars er kostnaðurin kr. 100,- fyri vaksin og kr. 50,- fyri børn.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo