fríggjadagur, 13. januar 2017

H71´arar á A-landsliðnum


H71 var væl umboðað á U21-liðnum, sum undanfarna vikuskifti - nakað óvæntað - spældi seg víðari til HM endaspæli fyri U21-lið sum eitt av 24 londum.
 
Eisini á A-landsliðnum hjá monnum er H71 væl umboðað. Okkara fyrsti-málmaður, Ári Egason Dam, er við, og hann skal spæla sín landsdyst nummar 13.

 

Høgri vongur okkara og verju serfrøðingurin, Bogi Gaard Davidsen, er eisini úttikin, og hann spælir sín landsdyst nummar 7.

 

Helgi Hildarsson Hoydal, sum helst var besti leikari (saman við málmanni okkara Hørði Trygvasyni) seinasta U21-dystin móti Finnlandi, skal aftur í eldin hetta vikuskifti. Helgi hevur áður spælt heili 31 u-landsdystir, men hetta er hansara fyrsti A-landsdystur.
 
Rúni Vest Højgaard var eisini úttikin, men orsakað av skaða fær hann ikki verið við.
 
Talan er um eina undan undankapping. Vinnarin hetta vikuskiftið spælir seg víðari til næstu undankapping, og Føroyar hava góðar vónir um, at hetta kann eydnast.

 

Leiksskráin

Fríggjadagin kl. 20.00 Kýpros – Føroyar
Leygardagin kl. 18.00 Grikkaland – Kýpros
Sunnudagin kl. 16.00 Føroyar – Grikkaland

 

Føroyska landsliðið

Lars Larsen Black, ÍF Føroyar
Ári Egason Dam, H71
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Rókur Akralíð, ÍF Føroyar
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Tony Hammer Weyhe, KÍF
Bogi Gaard Davidsen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Allan Norðberg, StÍF
Andrias Eriksen, VÍF
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
Julian Olsen, VÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rói Lamhauge, VÍF
Fríði Hammer Weyhe, KÍF

 

Føroyar eru í bólki A saman við Grikkalandi og Kýpros.

 

Grikkaland er styrkismett ovast, Kýpros næst og Føroyar niðast.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com