mikudagur, 25. januar 2017

Kvinnurnar, eitt góðtikið avrik


1. deildar liðið hjá H71 kvinnur spældi týskvøldið steypadyst í Faxe Kondi kappingini móti Stjørnuni í Klaksvík.

 

Okkara kvinnur hava, sum tað einasta 1. deildarliðið, meldað seg til at dystast móti kvinnunum, sum leika í bestu deildini.

 

Dysturin endaði við, at okkara kvinnur taptu við 8 málum, men hóast tap, so kunnu vit verða vælnøgd. Støðan í hálvleikinum var 11-8 til Stjørnuna.
 
Stutt kann sigast um dystin, at okkara kvinnur kláraðu seg væl, og serliga í fyrra hálvleiki leikaði nokk so javnt á.

 

Um okkara kvinnur t.d høvdu verið meiri neyvar við skotunum, serliga frá vonginum, so hevði munurin ikki verið so stórur. Okkara kvinnur leiktu seg fram til nógvar góðar opnar málmøguleikar, sum við eitt sindur meiri hepni kundu givið mál.

 

Hetta var alt í alt eitt gott lið avrik. Tað var serliga ein spælari, sum var eyðsýndur í Klaksvík og tað var Fía E. Hoydal sum bleiv topskorðari við heili 8 málum. Hon var ein støðug hóttan og skeyt 6-7 langskot í málið.

 

Okkara málmaður Røska Sámalsdóttir stóð eisini ein góðan dyst og tók fleiri skot frá spælarum, ið vóru púra leysir.

 

Alt í alt góðkent avrik, og spennandi verður at síggja hesar damurnar í Hvonn deildini næsta ár.

 

Leygardagin komandi  - 28 januar -  møta vit Kyndil á heimavølli í Hopyvíkshøllini kl. 17:30 og tá mugu allar geva alt, tær eiga, at fáa eitt gott útslit.

 

Og áskoðarar - tit eru sjálvandi vælkomin, øll somul  :)

 

 

Tú kanst eisini lesa um dystin her á portal.fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com