mikudagur, 25. januar 2017
Komandi vikuskifti - fríggjadagin og leygardagin - er Hoyvíkshøllin karmur um U8 kapping.
Tað er HSF, sum skipar fyri hesum kappingum, sum eru fyri gentur og dreingir, sum ganga í 1. og 2. flokki.
Leikarar koma úr øllum landinum. Hallirnar runt um í landinum eru karmur um kappingarnar upp á skift, og nú eiga vi í H71 og Hoyvíkshøllin tørn.
Kappingarnar eru vanliga bæði hugaligar og hugnaligar. Sigast kann, at lunnar verða lagdir undir spæligleðina hjá leikarum eitt nú við slíkum kappingum.
Børnini fáa roynt seg í dysti, fáa verið eitt lið og alt er 'akkurát sum ordiligt'. Endamálið er at hava tað stuttligt, skapa gleði og menna leikararnar. Ongin telur mál og stig. Og tó - leikararnir gera!
Nógv fólk er vanliga í høllini, tá slíkar kappingar eru - foreldur og systkin og ommur og abbar hyggja at, meðan tríggir dystir fara fram í senn.
Vit gleða okkum at bjóða leikarum og øllum teirra vælkmnum í Hoyvíkshøllina. Og sjálvandi fæst ein muður og okkurt gott afturvið til keyps eisini.
Byrja verður kl. 16 fríggjadagin.
Verið vælkomin.
Tú kanst lesa um U8-kappingar her.
4. september
29. august
27. juni
11. mai
10. mai
9. mai
18. apríl
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo |