5. februar 2017

Dagført: Nú er álvara


Savnsmyndir

Undanumførini í steypakappingini í fremstu deildunum í hondbólti eru leikt, og semifinalistarnir eru funnir.

Dagført 08. feb kl 13: Dysturin í kvøld verður stroymdur (ella stroymaður, um tú vil) her á youtube.

Eisini sigur Rás 2 frá dystinum. Vit vita onki um, at KVF ger nakað við dystirnar í kvøld.

 

Vit í H71 vilja tó helst, at tú kemur í Hoyvíkshøllina saman við okkum  ;)

---

 

Semifinalurnar verða leiktar í komandi viku, og leikt verður bæði úti og heima. Fremsta lið okkara leikti seg víðari til semifinalurnar, og sum vinnari av sínum bólki skal H71 leika ímóti nr. 2 í hinum bólkinum, sum kanska heldur óvæntað gjørdist VÍF.

 

Endurtøka

Okkara semifinalur í steypakappingini verða soleiðis ein endurtøka av finalunum frá í landskappingini í fjør, har vit sum kunnugt eisini leiktu ímóti VÍF. Mótsatt finalunum í landskappingini í fjør, so hava vit hesi ferð valt at leika heimadyst fyrst. Hann verður mikukvøldið 8. februar 2017 kl. 20.00 í Hoyvíkshøllini. Seinna semifinalan verður so sunnudagin 12. februar 2017 í høllini í Vestmanna.

 

Hvussu leikur fer, tað er sjálvandi ilt at siga. Men tað er einki yvir at dylja, at dystir ímóti VÍF altíð er tungt hoyggj at draga. Serliga í slíkum “vinn ella forsvinn”-dystum, har vestmenningar hava serlig evni til at seta seg upp og leika á munandi hægri støði enn annars. Í landskappingini hava vit vunnið báðar dystirnar ímóti VÍF higartil í kappingini, men hetta sigur ikki so nógv. Fyrra dystin vunnu vit sannførandi við heili 11 málum í Hoyvík, og hin dystin vunnu vit við einum unglingaliði og við einum máli í Vestmanna. 

 

VÍF styrkt

Higartil í kappingini hava vestmenningar ikki verið so væl mannaðir. Men eins og undanfarin ár, so hava teir aftur í ár nú fram ímóti kappingarloki styrkt seg munandi. Soleiðis er Áki Egilsnes afturkomin úr Danmark at leika, og Sámal Joensen er enn einaferð innkallaður at styrkja um verjuna. Harumframt hevur VÍF eisini hevur fingið sera stinna verju- og strikuleikaran Róa Lamhauge heim aftur úr Danmark, har hann er í lestrarørindum. Enn vita vit ikki, um Heini Hanusson eisini er við aftur í ár, men helst verður hann tað, um tað er tað, sum krevst.

 

So - hóast VÍF má sigast at hava broytt sín fremsta hondbóltsleik til eina veruliga vetrarítrótt - so er liðið hjá VÌF nú aftur munandi styrkt og trimmað til at leggja seg út í tey avgerandi medaljustríðini síðstu tríggjar mánaðirnar av kappingarárinum - fyrst nú í steypakappingini og seinri út á várið eisini til endaumfarið og finalurnar í landskappingini.

 

H71 og trýst

Sjálvir eru vit í H71 í nakað somu støðu sum í fjør. Hava bert mist fá stig í landskappingini og vunnið allar dystirnar í undanumfarinum í steypakappingini. Spurningurin er tó, um hópur okkara er sterkur nokk til at standa ímóti tí trýsti, sum lagt verður á, tá altavgerandi dystirnir verða leiktir og menn skulu skiljast frá dreingjum. Í fjør stóð lið okkara fyri trýstinum í steypakappingini og vann -  aftan á tvær harðar semifinalur ímóti KÍF - finaluna í steypakappingini ímóti Neistanum.

 

Sum kunnugt, so gekk ikki í landskappingini, har vit móti júst VÍF í fyrru finaluni í Vestmanna vóru fyri einum “Kinasyndromi”: niðurbræðingin var total, og vit vórðu sendir aftur til Hoyvíkar við einum lemjandi ósigri við heili 11 málum. Seinnu finaluna stóðu vit okkum munandi betur, men taptu tó loksins við trimum málum. Vónandi hava vit lært frá teimum finalum og duga nú betur, bæði sálarliga og kropsliga, at leggja upp fyri til slíkar dystir. 

 

Áskoðararnir muga gera sítt

Eitt er vist, at nú er álvara í. Og vit skulu prógva, at vit av røttum liggja fremstir í landskappingini og eru komnir víðari sum vinnari av øðrum undanbólkinum í steypakappingini. Men skulu vit gera álvara av og standa okkum í hesum dystum, so er alt avgerandi, at allar góðar kreftir í felagnum lyfta í felag. Leikararnir og venjarar skulu sjálvsagt gera sín alt avgerandi part. Men vit áskoðarar og viðhaldsfólk annars, vit mugu eisini gera okkara part og møta upp til semifinaludystirnar í komandi viku og eyggja monnum okkara til sigurs. Hvussu langt tað røkkur, tað má tíðin vísa. Men ger hvør sítt og leggur alt í, so kunnu vit ikki gera meir, og mugu lata okkum linda tað úrslit, ið spyrst burturúr.

 

Góðar H71 – semifinaludystir.

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo