hósdagur, 9. februar 2017
Myndir: Jan Sørensen
Sjálvt um vit vunnu dystin í dag, so er als ikki vist, at hetta er nakar fyrimunur sunnudagin.
Eftir eina øgiliga góða byrjan hjá H71 eydnaðist vestmenningum at koma fyri seg og geva heimaliðinum góða mótstøðu. Sjálvt um tað var nær við, so eydnaðist teimum tó ongantíð at koma upp á javnt, og tá av tornaði, vóru trý mál í yvirskoti til H71, trý mál sum verða góð at hava við til Vestmanna sunnukvøldið, tá seinna hálvfinalan verður leikt. Dysturin endaði við úrslitinum 29-26 til H71.
Tað var hugaligt at koma í høllina í kvøld. Tað sást beinanveg, at nógv var uppá spæl, tí longu tíggju minuttir undan dystinum var onki parkeringspláss at fáa, og høllin at kalla fullsett. Tey, sum sóu dystin, fingu eisini hampiliga góðan valuta fyri peningin. Í frásagnum frá innleiðandi dystunum varð fleiri ferðir sagt, at hini liðini spældu fyri at sleppa undan at møta H71, og H71 má tí metast at vera eitt slag av favoritti. Fyri H71 kundu vit eisini spekulera uppá, hvat av hinum liðunum best var at møta, soleiðis at vit lættast komu í finaluna. Sjálvt um VÍF ikki megnaði at gerast nr. eitt í sínum bólki, so er ikki heilt skeivt at meta teir sum okkara ringasta mótstøðulið. Ein kundi freistast at meta Neistan sum veikasta liðið, men teir spæla so óstøðugt, at tú kann ikki reiðiliga rokna teg fram til, hvussu teir eru, og ein góðan dag kunnu teir vinna á øllum. Og so eru tað strandingar. Steypakappingaspecialistar hava journalistarnir útnevnt teir at vera, so ilt er at gera seg klókan uppá, hvat av hesum trimum liðum vildi verið best fyri H71. Veruleikin er, at vit fingu vestmenningar, og vit hava vunnið fyrsta dystin, men veruleikin er eisini tann, at trý mál í yvirskoti ikki er nakað at tosa um í hondbólti. Spæla vit ikki upp til okkara allar besta sunnudagin, so kemur tað at verða strævið.
Dysturin í dag byrjaði so frálíkt fyri H71. Ári Dam stóð sum ein múrur, og bólturin fekst ikki framvið honum, hann tók alt. Hetta var tann stóri munurin á liðunum fyrstu løtuna, og tí eydnaðist okkum at koma uppá 7-2 longu eftir 10 minuttum. Gestirnir sýntust eitt sindur skakkir av støðuni, men tá konsentratiónin hjá H71arunum byrjaði at linka, komu teir so líðandi fyri seg. Dysturin javnaði seg, og Mladen í vestmannamálinum hevði latið seg inspirerað av Ára og fór at taka meiri. Tá 20 minuttir vóru leiktir, var bert eitt mál á muni, støðan var 9-8 til H71. Hetta var tað nærmasta, gestirnir komu í øllum dystinum. Hálvleiksstøðan var 15-13 til H71.
Í seinna hálvleiki vóru ongantíð minni enn tvey mál á muni, og tá munurin var mestur vóru fýra mál á muni. Dysturin endaði við einum trímálssigri , 29-26 til H71.
Pætur Thomsen var bestur at skjóta mál hjá H71, hann fekk 7 mál, og sum vera man, so lá yvirhøvur sera væl fyri hjá honum í dag. Skjótur og hegnisligur við framúr góðum innlopi av høgra vongi. Peter skeyt seks mál, sjálvt um hann bleiv mansvardur stóran part av seinna hálvleiki. Hann átti stóran lut í sigrinum í dag. Eisini hjá Helga lá væl fyri, hann fekk fýra mál og er við at menna seg til ein rættiligan strikukapasitet.
Samanborið við álop, so er tað er eitt sindur verri at tosa um verjuavrik, men til tíðir stóð verjan rættiliga væl.
Hjá vestmenningum slepst ikki undan at nevna góðu bakkarnar Filip og Áka. Tveir framúr góðir skjúttar, sum umframt at duga sjálvt skothondverkið eisini eru skilagóðir, og tað er hendan kombinatiónir, sum ger teir so vandamiklar. Teir gjørdust eisini toppskorarar hjá gestunum við ávikavist 9 og 8 málum.
Hjá VÍF sóust aftur Sámal Joensen, Agnar Joensen og Rói Lamhauge, allir góðir gamlir kenningar, komnir at hjálpa til í royndini at fáa steypasteypin til Vestmannar.
Sjálvt um vit vunnu dystin í dag, so er als ikki vist, at hetta er nakar fyrimunur sunnudagin. Krøvini hjá VÍF eru heilt greið – spæla teir ikki upp til sítt allarbesta, so eru teir úti. Krøvini hjá H71 eru ikki heilt so greið, vit kunnu loyva okkum at tapa við tveimum málum. Hetta ger málsetningin heldur veikari og kann verða rættiliga hættisligt. Størsta avbjóðingin er tí at tora at vera ágrýtin og samstundis spæla konsentrerað, og tað er onki at ivast í, at nógv verður lagt fyri og nógvar kreftir brúktar.
Fyri at hjálpa dreingjunum, so er neyðugt at vit møta fjølment at stuðla teimum – sunnukvøldið kl 15 í Høllini í Vestmanna.
---
Umframt myndasavnið til høgru, so ber eisiini til at síggja myndir frá dystinum á in.fo pg á portal.fo.
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |