sunnudagur, 12. februar 2017

H71 í finaluna við "maner"


VÍF - H71: 19-25 (6-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Okkara menn byrjaðu sum eitt óløgi, málmenninir og verjan stóðu væl, og VÍF megnaði ongantíð at koma inn í dystin.

"Tað eru fýra hálvleikir í eini semifinalu, og teir ætlaðu sær at gera sítt ítasta í Vestmanna fyri at vinna tveir teir síðstu". Nakað soleiðis segði venjarin hjá VÍF við Rás2 eftir fyrra semifinaludystin, har H71 vann við trimum málum. Trý mál er gott at hava við, men onki garanti. Hjá H71 var dystaruppleggið tí líka greitt sum hjá VÍF – at spæla fyri at vinna. Lukkutíð fyri okkum gekk ikki júst soleiðis, sum VÍF-venjarin greiddi frá – heimaliðið kom ongantíð í gongd. H71 vann dystin leikandi lætt. Dysturin endaði við úrslitinum 25-19 til H71, og havið er H71 í steypafinaluni 2017, har spælast skal ímóti StÍF.

 

Tá tað liggur væl fyri hjá VÍF, so kunnu teir lættliga vinna bæði við trimum og fýra málum, og serliga á heimavølli. Tí vóru tað fleiri sum ivaðust í, hvussu trygg ein trý-máls leiðsla var.

 

Málmenninir stóðu sera væl

Til alla lukku fyri okkum H71-arar, so byrjaðu okkara menn sum eitt óløgi. Júst sum seinast, so tók Ári Dam í málinum trý tey fyrstu skotini, og vit løgdu okkum á odda 3-1. Tað var so óheppið, at Ári fekk bóltin í andlitið og fekk ilt í eyga. Hetta kundi verið ein gongd til tað verra, men Jens á Skipagøtu, sum kom inn fyri Ára, gjørdi onki minni enn at spæla sín besta dyst í allari "karieruni". Havi ikki sæð hann staðið betur, hann tók so at siga alt. Bjargingarprocentið man hava verið langt uppi í 90-unum. Góða spælið hjá Jensi og Ára vóru lunnarnir undir góða úrslitinum í dag.

 

Verjan virkaði væl

Framman fyri sær hevði Jens eina sera vælvirkandi verju, og tað sást eisini aftur í hagtølunum. Hálvleiksstøðan var 12-6 til H71. Vestmenningar fingu sostatt bara seks mál í 30 minuttir. Samanlagt var meira rástyrki í H71-verjuni samanborið við álopið hjá VÍF. Tá verjan so samstundis virkar væl, flytur seg og lesur spælið, so er ikki lætt at koma framvið. Skjúttarnir hjá VÍF høvdu tað heldur ikki lætt, teir komu sjáldan til rættiligar skotmøguleikar. Filip gjørdist tó besti skjútti hjá VÍF við seks málum, meðan Áki Egilsnes "bert" fekk trý mál.

 

Bæði liðini valdu nýggja háttin

VÍF valdi, sum væntað, at mansverja Peter Krog frá fyrsta bríksli. Hann gjørdist tó besti skjúttin hjá H71 og skoraði fimm mál. H71 frávaldi at mansveja nakran hjá VÍF, men Hans Kári stóð tó eitt hálvt fet frammi, tá Filip hevði hug at nærkast strikuni.

 

Bæði liðini brúktu nýggja háttin at lata álopsspælara koma inn fyri málmannin, og hetta eydnaðist betur enn verri hjá báðum liðum. Roknast kann tí við, at hetta verður nakað, sum vit koma at síggja regluliga frameftir.

 

Ikki bara okkara

Nú vit hava róst okkara egnu málmonnum so nógv, so skal eisini sigast, at Mladen í fleiri førum var ringur at koma framvið hjá okkara skjúttum. Hann tók fleiri av tí, vit kunnu kalla 100 % møguleikum. Teir, sum kosta mál í hinum endanum, tá teir miseydnast.

 

Gloppið bleiv ov stórt

VÍF megnaði ongantíð at koma inn í dystin, gloppið gjørdist ov stórt, og teir trúðu ikki sínum egna møguleika. Tá 13 minuttir vóru eftir, var gloppið blivið til 10 mál og 13 mál samanlagt.  Í eini síðstu roynd (ikki at vinna dystin) at betra um úrslitið, fóru vertirnir at dekka langt úti, mann móti manni. Hetta eydnaðist fyri so vítt væl, teir skutu 8 mál hesa seinastu løtuna, meðan H71 bert fekk 4. Havast skal tó í huga, at H71 tá var farið at spæla "Vit-hava-longu-vunnið" spæl, og góða gongdin hjá heimaliðinum til endans var nokk heldur, at H71 ikki longur spældi so konsentrerað.

 

So er tað finalan

Ein óføra góður innsatsur av okkara monnum, ið nú skulu spæla finalu móti StÍF, sum í kvøld basti Neistanum við samanlagt at hava betri málúrtøku. Hetta kemur heilt víst at gerast spennandi, tí strandingar eru jú "steypaspecialistar. Spæla vit, sum vit gjørdu í dag, so fáa strandingar ein stravnan dag, men hondbóltur er jú so, at tað er ikki altíð so lætt at verða klókur uppá, hvussu úrslitið man fara at verða.

 

Í hvussu er, so gleða vit okkum til komandi vikuskifti, tá finalan verður spæld. Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum at stuðla okkara monnum – møtið tí fjølment til finaluna.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com