sunnudagur, 19. februar 2017
Vit luttóku ikki í øllum finalunum. Men har, sum vit vóru, har vunnu vit.
H71 fekk samanlagt eitt ómetaliga gott úrslit í steypadystunum um vikuskiftið. Vit luttóku í 6 av 11 finalum í steykakappingini í ár, og vit gjørdu ikki mætari enn at vinna tær allar. Onki minni.
Tað kunna vit ikki taka øðrvísi enn við størsta stolteika - fantastistiskt, øll somul - leikarar, venjarar og tit øll, sum onkursvegna eru um liðini.
Úrslitini av dystunum blivu hesi:
Menn, móti StÍF: 28-25 (14-14); myndir 1, myndir 2
D18, móti VÍF: 36-31; myndir
D12, móti StÍF: 25-12
G14, móti Stjørnuni: 18-10
D14, móti Team Klaksvík: 28-14; myndir
G17, móti Stjørnuni: 22-25 (19-19 aftan á vanliga leiktíð); myndir
Fari at loyva mær at nevna G17 serliga, tí í landskappingini liggja tær á fimta plássi við 4 stigum fyri sjey dystir, meðan mótstøðuliðið í steypakappingini, Stjørnan, er á einum øðrum plássi við 10 stigum fyri seks dystir. Somikið søtari er steypasigurin hjá okkara Gentum 17!
Í mun til undanfarin ár, so var sera gott fokus á allar dystirnar. Og her verður hugsað um dystirnar hjá teimum yngru.
Teir vórðu allir stroymdir beinleiðis á netinum, og IN.FO ómakaði sær við at koma vit úrslitum, myndum og umtalu so hvørt, sum dystirnir vóru lidnir. Gott avrik, takk fyri tað!
Til allar dystirnar hjá teimum yngru her oman fyri eru leinkjur settar á til júst in.fo.
Øll liðini úr Hoyvík: eitt STÓRT TILLUKKU hiðani av heimasíðuni!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |