sunnudagur, 19. februar 2017

Vunnu 6 av 6


Vit luttóku ikki í øllum finalunum. Men har, sum vit vóru, har vunnu vit.

H71 fekk samanlagt eitt ómetaliga gott úrslit  í steypadystunum um vikuskiftið. Vit luttóku í 6 av 11 finalum í steykakappingini í ár, og vit gjørdu ikki mætari enn at vinna tær allar. Onki minni.


Tað kunna vit ikki taka øðrvísi enn við størsta stolteika - fantastistiskt, øll somul - leikarar, venjarar og tit øll, sum onkursvegna eru um liðini.

 

Úrslitini av dystunum blivu hesi:
Menn, móti StÍF: 28-25  (14-14); myndir 1, myndir 2
D18, móti VÍF: 36-31; myndir
D12, móti StÍF: 25-12
G14, móti Stjørnuni: 18-10
D14, móti Team Klaksvík: 28-14; myndir
G17, móti Stjørnuni: 22-25  (19-19 aftan á vanliga leiktíð); myndir

 

Fari at loyva mær at nevna G17 serliga, tí í landskappingini liggja tær á fimta plássi við 4 stigum fyri sjey dystir, meðan mótstøðuliðið í steypakappingini, Stjørnan, er á einum øðrum plássi við 10 stigum fyri seks dystir. Somikið søtari er steypasigurin hjá okkara Gentum 17! 

 

Í mun til undanfarin ár, so var sera gott fokus á allar dystirnar. Og her verður hugsað um dystirnar hjá teimum yngru.

Teir vórðu allir stroymdir beinleiðis á netinum, og IN.FO ómakaði sær við at koma vit úrslitum, myndum og umtalu so hvørt, sum dystirnir vóru lidnir. Gott avrik, takk fyri tað!

 

Til allar dystirnar hjá teimum yngru her oman fyri eru leinkjur settar á til júst in.fo.

 

Øll liðini úr Hoyvík: eitt STÓRT TILLUKKU hiðani av heimasíðuni!

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com