24. februar 2017

Full house


Vit kunnu kanska loyva okkum at staðfesta, at H71 er um at vera kynsbúgvið, serliga tá hugsað um kvinnudeildina.

 

(Hetta er oddagreinin úr nýggjasta leikfaldaranum, sum kom út í gjár. Faldaran kanst  tú eisini lesa her á heimasíðuni)


Aftur í ár hava vit upplivað, at H71 gjørdi bart í steypakappingini og streyk avstað við bróðurpartinum av gullheiðursmerkjunum.

 

Av 11 møguligum vunnu vit heili 6 gullmerkir. Neistin vann 2 og Kyndil, VÍF og Tjaldur hvør sítt. Vit høvdu leikt okkum til luttøku í 6 finalum og vunnu soleiðis allar. Gaman í, samanborið við í fjør, tá vit vunnu heili 8 gull heiðursmerki, hevur gingið  aftur á hond, men ikki er yvir at dylja, at vit eru væl við og fyri í øllum deildum í løtuni. Tað, sum nú ræður um, er at halda fast og áfram við uppbyggiliga ítróttararbeiðinum, bygdini og hondbóltinum at frama.   

 

Finalan hjá monnunum

Høvuðsfinala okkara, um nakað eitur so, er helst finalan í steypakappingini hjá fremsta liðið hjá monnum, og hana leiktu vit ímóti StÍF leygardagin.

 

Vit høvdu eitt tap frá steypafinaluni í 2004 við í skjáttuni at hevna, tá vit taptu 30 – 34 fyri StÍF, og kanska gjørdi júst tað sítt til, at vit endaðu dystin sum sigursharrar. Annars løgdu strandingar út sum eitt óløgi og bardust frá fyrsta bríksli sum úlvar á skóg fyri at vinna dystin. Hesum høvdu vit roknað við og lótu okkum heldur ikki taka av fótum. Vit høvdu eisini munnin størsta partin av fyrra hálvleiki, tó so, at StÍF beint fyri hálvleik var á odda heili 11 – 14. Vit tóku hetta aftur í einum og kundu fara til hálvleiks við støðini 14 – 14. Fyrra part av seinra hálvleiki fór StÍF aftur frá okkum, og tá annar hálvleikur var hálvrunnin, var StÍF á odda heili 16 – 19, og vóru vit tveir mans færri á vøllinum. Tað sá einki út hesa løtuna. Men so varð turboin hjá H71 so sanniliga sett til, og eftir bert fáum minuttum var støðan broytt til 22 – 19 til H71, og frá tá av varð ongantíð spenningur aftur í dystinum. Vit fóru uppá 26 – 20 og endaðu dystin við einum sannførandi 28 – 25 sigri.

 

Allan dystin hevði stóri spurningurin verið, hvussu longi StÍF hevði orku til at fylgja við í dystinum. StÍF hevði leikt allan dystin uttan at skifta út, so leikararnir fingu ikki neyðugar steðgir at fáa luft og at endurvinna orku í. Seinastu 10 minuttirnar av dystinum, vóru dekkini hjá StÍF fløt og battaríini uttan løðing, og uttan orku kemst ongan veg. Hetta máttu strandingar eisini sanna. At so Ári í málinum hjá H71 púra stongdi málið hesa løtuna, gjørdi bara brekkuna enn brattari. 

 

Samanumtikið eitt sannførandi avrik av monnum okkara, ið allir sum ein stríddust hvør fyri øðrum. Og tað er altíð tað, ið “ber sigurin dagurin ytstur”, sum skaldið tók til.

 

Hinar finalurnar

Í hinum finalunum luttóku vit í D12, D14 og D18 hjá dreingjum. Hjá gentunum luttóku vit í G14 og G17. D18 spældu leygarkvøldið og vunnu 36 – 31 á VÍF eftir at hava haft eina rímiliga trygga leiðslu størsta partin av dystinum. D18 leika ein tryggan total-hondbólt, ið minnir nógv um spælið hjá fremsta liði. Vit hava avgjørt tilfar at seta við í fremstu deildini komandi árið, og var tað avgjørt hugaligt at staðfesta í D18 finaluni leygarkvøldið.

 

Finalurnar hjá børnum vóru sum vant sunnudagin. Og vit vunnu rættuliga sannførandi í trimum av teimum fýra finalunum, vit luttóku í. D12 vunnu 25 – 12 á StÍF, G 14 vunnu 19 – 10 á Stjørnuni og D 14 vunnu 28 – 14 á Team Klaksvík.

 

Eingin veruligur spenningur var í hesum finalum, til tess var munurin ov stórur. Eisini átti H71, ella neyvari H71 – familjan Ellefsen/ Mittún, dagsins leikara í øllum hesum finalum. Jana Mittún var dagsins leikari í G14, Óli Mittún dagsins leikari í D12 og Pauli Mittún dagsins leikari hjá  D14. Hjartaliga tillukku við tí.

 

Spenningur

Meiri spenningur var í síðstu finaluni, vit luttóku í sunnukvøldið. Hetta var finalan í G17 millum Stjørnuna og H71. Tað leikti hart á mesta av dystinum, og fylgdust liðini upp eftir, tó so at vit vóru nakað undan mesta av dystinum. Stjørnan legði seg framum uppundir leiklok, og tá Stjørnan skoraði til 17 – 18 tá bert fá sekund vóru eftir av dystinum, væntaðu øll, at Stjørnan hevði vunnið. Men Marita Mortensen vildi tað øðrvísi, og við einum megnar hoppskotið setti hon bóltin í netið hjá Stjørnuni, beint tá tíðin var um at vera úti, og vit høvdu javnað til 18 – 18. Síðani varð leiktíðin longd við 2 x 5 minuttir, og hesa longdu leiktíð vunnu vit úr H71 og kundi við einum samlaðum 26 – 23 sigri staðfesta, at vit eisini høvdu vunnið finaluna í G17.

 

Kvinnudeildin

Samanumtikið kunnu vit kanska loyva okkum at staðfesta, at H71 er um at vera kynsbúgvið hjá bæði monnum og kvinnum nú. Og her verður serliga hugsað um kvinnudeildina. Tað er ein royndur lutur, at H71 hevur haft tað trupult við at skapa eina støðuga og góða kvinnudeild í felagnum. H71 hevur soleiðis ongantíð haft lið í fremstu deildini hjá kvinnum, og mugu vit bara taka í egnan barm og sanna, at tað er ov galið.

 

Men við steypasigrunum hjá bæði G14 og G17 tykist sum, at vit eru við at hava tann hóp av stinnum leikarum, ið skal til, fyri at manna eitt lið í fremstu deildini hjá kvinnum. So er bert at vóna, at stóra arbeiðið nógvar góðar kreftir hava lagt í kvinnudeildina, heldur áfram, so tað veruliga ber á mál, og vit verða umboðaði í fremstu deildini hjá kvinnum eisini.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo