sunnudagur, 9. november 2014

Uppboðssøla - DAGFØRT


Forvitnisligt átak fer av bakkastokki næsta sunnudag í Hoyvíkshøllini. Tað er H71-stuðlar, sum enn einaferð brýtur upp úr nýggjum. Hesuferð við uppbossølu.

13. nov 2014: Nú sæst mynd av málninginum her omanfyri.
---
Og soleiðis sum AA-liðið spælir, er tað bara heilt hóskandi, at tað er list, ið er á uppboði. Málningalist.

Vit tosa ein málningur eftir Lív Arge, sum við árunum má metast etableraður hoyvíkingur at vera. Maðurin hevur upptøkur av AA-dystum um hendi, og er tað eitt nú elsti sonurin, maðurin við hárinum:), upptøkurnar savna seg um.

H71-stuðlar hava útvegað sær málningin bíliga, og er hetta ein av mongum royndum at savna pengar inn til stórdrivna ungdómsarbeiðið í H71.

Málningurin verður at síggja í Hoyvíkshøllini til heimadystir hjá AA-liðnum. Minsta boð er 3500.- krónur. Øll boð eru bindandi og navnleys.

Tað ber til at bjóða upp á málningin hjá Lív Arge til og við ein tíma eftir síðsta dyst hjá AA í hesum kappingarári. Hesin dystur er ímóti StÍF hin 4. apríl 2015, so spennandi verður at síggja, hvussu boðini fara at styðja seg upp.

Vit vóna so tað besta, og boð kunnu latast Helenu á 507751, Onnu á 598129 og Duritu á 792209.

Góða uppboðssølu,
H71-stuðlar



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com