10. desember 2014

Maturin hevur nógv at siga


Skrivað hevur: Kristianna Winther Poulsen

Hann livir sunt, og hann hvørki drekkur ella gongur í býnum. Tað krevst fyri at spæla á toppstøði.

Sum 16 ára gamal flutti Jóhan á Plógv til Danmarkar fyri at fylgja sínum dreymi – at gerast professionellur hondbóltsspælari. Í dag spælir hann í bestu deildini í Danmark og er upptikin á danska U21 landsliðshópin.
 

Danmark kallar

Mamma Jóhan er Aibritt á Plógv. Hon var bæði errin og stúrin, tá ið sonurin sum 15-ára gamal kom heim og kunngjørdi, at hann hevði fingið møguleika at fara til Danmarkar at spæla. Aibritt hevði ætlað at hava yngstabarnið í reiðrinum í nøkur ár afturat, men soleiðis skuldi ikki verða, tí tað gekk ikki long tíð, áðrenn Jóhan, sum tá var fyltur 16, møtti til royndarvenjing hjá Skanderborg.

– Eg var glað hansara vegna, tí hann hevur altíð verið ítróttarmaður. Tá hann fekk tilboð um at fara til Danmarkar at spæla hondbólt, var hann eisini á U17 landsliðnum í fótbólti. Hann næstan búði í Gundadali, og vit vistu, at tað var ítrótt, hann vildi. Hann hevur altíð elskað at venja, so harða venjingin er ikki nøkur byrða. Jóhan livir fyri hondbóltin, og hann offrar alt annað. Hann livir sunt, og hann hvørki drekkur ella gongur í býnum, fortelur Aibritt.
 

SHEA – tilboð til úrmælingar

Jóhan var ein av teimum fáu dreingjunum, sum fekk pláss í SHEA - Skanderborg Håndbold Elite Akademi. SHEA er menningartilboð til úrmæling- ar innan hondbólt, sum hava evni til seinni at mennast til LIGA-spælarar, ella spælarar í bestu donsku deildini.

SHEA er tengt at Skanderborg hondbóltsfel- agi, og teir fáu, sum hvørt ár sleppa framat, búgva eisini á akademinum, har vaksin fólk hava ábyrgd av, at dreingirnir fáa rættan kost og annars búleikast í tryggum umstøðum. Hetta sissaði mammuna, sum fekk vissu um, at ungi sonurin var í góðum hondum í Danmark.

Jóhan byrjaði beinanvegin á U16 og seinni á U18 liðnum hjá Skanderborg Håndbold. Meðan hann vandi, tók hann 10. flokk og hægri handil- skúla, sum hann var liðugur við í summar. Hann býr nú saman við unnustuni Astrid í Skander- borg, har hann hevur tikið eitt sabbatsár frá skúlanum. Hann arbeiðir sum vikarur á einum skúla nakrar tímar hvønn dag, meðan hann ven- ur 4 tímar hvørt kvøld. Dystirnir eru sum oftast mikukvøld og í vikuskiftunum.

Longu sum U18 spælari varð Jóhan tikin við til dystir hjá liga-liðnum, og í fjør undirskrivaði hann ein 3 ára sáttmála við ligaliðið, har hann síðani hevur verið fastur leikari.

Umframt at spæla í bestu donsku deildini er Jóhan eisini úttikin til danska U21 landsliðið. Um hann sleppur á liðið, skal hann við danska U21 landsliðnum til heimsmeistaraskapið í hondbólti, sum verður í Brasiliu á sumri 2015.
 

Úr Kyndlli í liguna

Jóhan hevur spælt hondbólt við Kyndli, síðani hann var 4 ára gamal. Men broytingin frá at vera ein vanligur hondbóltsspælari í Føroyum til at spæla í bestu donsku deildini var ógvuslig. Tað var ikki lætt at koma til Skanderborg, har venjingin hevur til endamáls at menna ungu leikararnar til at spæla hondbólt á hægsta stigi. Og nógv verður gjørt burturúr; umframt hondbóltsvenjarar gera bæði fysioterapeutar, kostráðgevar, styrkivenjarar og onnur fakfólk teirra besta fyri, at dreingirnir skulu náa upp á hondbóltstindarnar. – Venjingin var og er hørð. Hetta merkti eg beinanvegin, tá eg kom til Skanderborg, sigur Jóhan.
 

Lærir av øðrum

Hevur liga- og landsliðsspælarin nøkur góð ráð til føroysk børn og ung, sum droyma um at fara allan vegin? – Tað snýr seg um at brúka tíð uppá tað, sum tú veruliga vilt. Tú skalt brúka nógva tíð í høllini, og tú skalt hyggja eftir og læra av, hvussu onnur gera. Eg eri vongur, og eg hyggi eftir, hvussu onnur gera til dømis skrúvu- bóltar. Uppá tann mátan læri eg tað, sum hinir spælararnir duga væl. Og frá 16-ára aldri er styrkivenjing vigtig, sigur Jóhan.
 

Kosturin

Jú eldri Jóhan er blivin, jú meira ger hann burtur úr at røkka teimum bestu úrslitunum. Hetta merkir eisini, at hann er tilvitaður um at eta rættan kost. Jóhan er noyddur til at ansa eftir, hvat hann etur, og maturin dagin fyri ein dyst hevur alt at siga. – Eg merki væl mun, um eg havi verið á McDonalds og etið burgara dagin fyri ein dyst. Tá orki eg nógv minni, enn um eg havi etið rættan mat. Og rættur matur aftaná styrkivenjing er eisini ótrúliga viktigur, fortelur Jóhan.

Er hann ongantíð freistaður? Áh jú meira enn so. – Eg kann ikki eta bomm og ljóst breyð hvønn dag, men onkuntíð eti eg sjálvandi alt tað ósunna. Alt eftir hvussu nógvar dystir eg skal spæla, eti eg slikkarí okkurt um eina ferð um vikuna, sigur Jóhan.
 

At spæla móti stjørnunum

Í dag spælir Jóhan á Plógv hondbólt í bestu donsku deildini, og hvørja viku brestur hann saman við fremstu hondbóltsspælarunum í Dan- mark, spælarar, sum allan hansara barndóm vóru hansara størstu stjørnur og fyrimyndir. – Eg hugsi ikki um tað, meðan eg eri mitt í tí, men nú møti eg ofta teimum spælarum, sum eg havi sæð í sjónvarpinum, frá eg var lítil. Nú spæli eg ímóti teimum og skori. Tað er spennandi og stuttligt, fortelur Jóhan.

Jóhan verður ofta spurdur, um hann nakrantíð flytur aftur til Føroya. – Tað er ringt at siga. Eg sakni Føroyar, men enn kann eg ikki siga, hvar eg endi. Eg hopi, at eg komi á bestu liðini í Danmark, og mín størsti dreymur er at sleppa at spæla hondbólt við einum av bestu liðunum í Týsklandi, Frankaríki ella Spanien, sigur Jóhan á Plógv.
 

Hvør er Jóhan?

Jóhan á Plógv, sum er føddur í 1994, er uppvaksin í Havn. Hann er yngstur av 3 systkjum, og foreldrini eru Aibritt á Plógv úr Sandavági og Jákup Egholm Hansen úr Sørvági.

Myndin ovast er av Jóhan og foreldrum hansara.

---
Greinin stóð at lesa í H71-faldara nummar 4 kappingarárið 2014/2015.
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo