13. juni 2014

Garðar og traðir í Hoyvík


Skrivað hevur: Marjun Arge Simonsen

Nú er summarið komið, og fólk leita sær út í náttúruna. Mong hava hug at leita sær út um bøgarðarnar, men so eru tað tey, ið leita sær til teir grønu blettirnar innangarðs. Her bera tey helst eyga við snøggu laðaðu garðarnar.

Kanska tey geva sær ikki far um, at hesir garðar hava eina søgu, eitt heiti og eru sera ymiskir til aldurs. – Her greiðir Marjun Arge Simonsen frá gørðum og garðløgum í Hoyvík. Eisini verður nomið við navnið heima á Garði og traðirnar:


Til allar bygdir, ið ikki eru niðursetubygdir, liggur innangarðs- og uttangarðsjørð. Í flestum bygdum eru traðir lagdar inn seinni í tíðini – ella gerði, sum tað eisini verður nevnt. Tað, sum í hesum høpi er áhugavert, eru garðarnir, ið eru laðaðir uttan um bø og traðir. – Her skal verða greitt frá gørðum og nøvnum á gørðum og traðum í Hoyvík.

Sum kunnugt er Hoyvík rættiliga samansett – av bæði yngri og eldri bygging og búseting. Búsetingin Heima á Garði, har ið gomlu bóndahúsini standa, er fyrndargomul. Síðan kemur ein yngri niðursetubýlingur – Uttan fyri Garðar frá uml. 1835, og í 1908 varð Sanatoriið bygt í Hoydølum. Í 1970-árunum varð farið at útstykkja undirhagan, og hann er nú mest sum allur bygdur. Alt tað, ið er hesumegin Hoydalsá, er Hoyvík.


Innangarðsjørðin í Hoyvík í 1790-árunum sambært korti eftir Kpt. Born. Seyðhøgu garðarnir, ið Símun Joensen laðaði, ganga beinleiðis oman í Kýrdal. Túgvan (ið stendur leys frá) og økið millum Túgvuna og upprunaligu bøgarðarnar er síðan tikið upp í innangarðsjørðina.
(Ogn: Matrikulstovan (avmynd))


Eitt tað fyrsta, ið menn hava gjørt fyri at seta mark millum innan- og uttangarðsjørð, er at laða garðar. Øll kenna teir vanligu laðaðu grótgarðarnar í seyðhøgum standi, sum enn síggjast sum bøgarðar í flestum bygdum, tó at stik nú verður nýtt nógvastaðni. Men elstu garðarnir í Føroyum vóru ikki av slíkum slag; teir vóru bakaðir garðar. Teir høvdu bak, t.e. eina flaðaga innsíðu – inn ímóti innangarðsjørðini; hin síðan æt bróst. Bakaðir garðar vóru ikki seyðhøgir, men bert neythøgir. Til at halda seyðin úti av bønum hevði bóndin ein húskall ella aktingarmann, ið gekk og aktaði, t.e. rak ella beitti seyð av bønum.
Enn stendur ein bakaður garður eftir í Hoyvík. Tað er Keldugarðurin (sí niðanfyri).


Bakaður garður
(Heimild: Føroysk orðabók. 1998. Tekning: Bárður Jákupsson)


Heima á Garði

Upprunaliga innangarðsjørðin í Hoyvík er hon, ið liggur uttan um gomlu bóndahúsini Heima á Garði. Her kann verða nevnt, at týdningurin í orðheildini heima á Garði er tann, at garður her hevur merkingina ‘bústaður við húsum og tilhoyrandi jørð, bóndagarður’, og heima er hjáorð, ið verður nýtt í sambandi við ávísar gamlar býlingar, bygdir ella ávís staðarnøvn. Tá ið t.d. verður sagt “eg fari heim á Garð”, sigur hesin setningur okkum, at staðurin, ið farin verður til, er eldri enn staðurin, ið viðkomandi er staddur í. Hetta sigur okkum eisini, at henda navnheild ikki kann verða íkomin, fyrr enn nýggja búsetingin uttan fyri garðarnar er komin.
 

Garðatrøðin

Fyrsta trøð, ið varð løgd inn av Hoyvíkshaganum, var Garðatrøðin. Trøðin varð velt í 1830-árunum. Tað var niðursetumaðurin Símun Joensen, ið var ættaður innan av Glyvrum, ið velti hana. Hoyvíksbóndin beyð honum so mikið av haga, sum hann helt seg til at velta. Trøðin, ið Símun velti, nevndu bóndafólkini heima á Garði Garðatrøðna. Vanliga búsetingarnavnið var Uttan fyri Garðar. Trøðin varð tá mett til 1 1/4 kúfóður. Garðatrøðin mundi fáa hetta navn, tí um trøðna laðaði Símun seyðahøgar garðar, ið ikki vóru kendir í Hoyvík tá.

Nú eitur vegurin oman gjøgnum trøðna Garðavegur, og tað hevur havt við sær, at gamla navnið Uttan fyri Garðar mestsum er burturdottið. Nakað av bønum er eftir; tað er stikað til seyð. Áður var trøðin partur av vetrarbitinum hjá bóndanum; nú er Hoyvík vetrarfriðað.
 

Høgugarðar

Tá ið Símun Joensen hevði laðað garðar um Garðatrøðna, varð hann biðin at laða nýggjar bøgarðar um kongsbøin. Hesir garðar eru enn í góðum standi. Uppi á Horni tekur tann nýggi garðurin við – eitt stutt strekki frá Keldugarðinum. Her uppiá verður garðurin nevndur Høgugarðar og økið her Uppi á Høgugørðum. Navnið kemst av, at her liggur garðurin hægst. Ímillum Keldugarðin og Høgugarðar er eitt stutt strekki við heilt lágum garði, ið bert er tveir ella tríggir steinar til hæddar. Hetta garðlag sær kortini út til at vera eins gamalt og Keldugarðurin.


Ein partur av garðinum um Kongsbø – frá rættini og oman í Kýrdal. Innan fyri garðin sæst Túgvan. ( Mynd: Lív Arge Simonsen)
 

Kýrdalsgarður

Niðri í Kýrdali – fram við økinum, ið verður rópt Inni á Bóli – liggur Kýrdalsgarður. Hetta strekkið av bøgarðinum liggur í Kýrdali og hevur navn eftir dalinum.


Kýrdalsgarður (Mynd: Marjun A. Simonsen)
 

Keldugarðurin

Garðurin, ið liggur millum Kongsbø og Garðatrøðna, er gamal bakaður garður. Hesin partur av upprunaligu bøgørðunum verður nevndur Keldugarðurin, og hann gongur niðan á Horn, stutt haðani, ið Høgugarðar taka við.
Hesin garður er ógvuliga gamal og nakað niðursmokkaður. Navnið hevur hann fingið av tí, at ein kelda kemur upp beint vestan fyri hann.
Keldugarðurin er sum áður nevnt elligamal, og ein kann ivast í, um bakaður garður man hava verið um alla ta gomlu innangarðsjørðina í Hoyvík undan 1830-árunum, tí ikki sæst farvegur eftir tí.


Keldugarðurin. Bakið horvir henda vegin. (Mynd: Marjun A. Simonsen)
 

Svínagarðurin

Niðri á Ryggi (t.e. á vinstru síðu, tá ið gingið verður oman ímóti Boðanesgjógv) – inni á Bóndatrøð – sæst farvegur eftir einum elligomlum garði. Hann hevur verið nevndur Svínagarðurin og er gamal og heilt niðurundirkomin og flaggrógvin. Garðurin gongur niðan frá Hoydalsá, av áarbakkanum stutt niðan fyri grótbrúnna við Gamlaveg (ella Eyrgøtuna, sum tey søgdu heima á Garði) og niðan eystur um Ryggin og í bakkan móti Víkini. Hetta er partur av eini inngirðing, ið hevur verið til svín fyri mongum hundrað árum síðan. Alt bendir á, at garðurin er aldagamal, tí fornfrøðiligar kanningar benda á, at svínahald hevur verið í hæddini í víkingaøld og miðøld, men eftir trúbótina hevur einki svínahald av serligum týdningi verið í Føroyum. Hetta vísir Símun V. Arge á í greinini ”Um svínahald í Føroyum” í bókini Fólkaleikur (2005).


Svínagarðurin. Farvegur sæst eftir hann út á bakkan. Ørvin sýnir, hvar hann gongur út á bakkan. (Mynd: Marjun A. Simonsen)
 

Stórigarður

Sunnan fyri húsini Úti á Reyni (har ið Fornminnissavnið hevur skrivstovur nú) er eitt øki, ið eitur Stórigarður. Hetta er gamalt navn, men her er hvørki garður ella farvegur eftir garði. Mestur hevur grótið verið flutt burtur, og lendið síðan velt. Men navnið er so til enn.


Bóndatrøð/Nýggjatrøð

Bóndatrøð varð løgd inn í 1895. Hon varð kortini ongantíð velt. Tað var bóndin sjálvur, ið legði hana inn. Heima á Garði nevndu tey hana Nýggjutrøð, óivað tí hon varð samanborin við Garðatrøðna, ið var eldri. Hon liggur fram við bakkanum á vestara armi á Víkini – tó ikki heilt oman móti Boðanesgjógv. Hetta er sera grýtut lendi.
 

Ólatrøð

Í einum parti av Bóndatrøð hevur tó haki verið á. Niðri á bakkanum, tætt við bøgarðin, er eitt lítið velt stykki, ið ber navnið Ólatrøð. Hetta er kortini so mikið langt síðani, at hetta stykkið er fyrnt og er farið aftur til haga. Søgnin sigur, at ein fátækur maður, Óli at navni, einaferð hevur búð í Hoyvík. Hann hevur møguliga velt hetta stykki.
 

Hoydalstrøðin

Hoydalstrøðin liggur sum kunnugt í Hoydølum. Hon liggur eystan fyri Studentaskúlan. Hoydalar eru í trimum: Niðastu Hoydalar, Miðhoydalar og Ovastu Hoydalar. Tað var sonur Símun Joensen, Johan, ið legði Hoydalstrøðna inn. Trøðin varð og verður nógv nýtt til at velta epla í, tí her er veðurgott. Sera ábært er á Garðatrøðni og tískil sera svikaligt til eplavelting.
 

Trøðin hjá Peturi

Í 1938 legði Peter Jacobsen, eisini nevndur Petur í Hoyvík, trøð inn niðast í Langadali. Petur fekk viðurkenning frá kongi fyri dugnaliga velting. Her hevði hann seyð og neyt, og tað lá væl fyri hjá honum at velta ymisk sløg av grønmeti. Trøðin fekk navnið Trøðin hjá Peturi. Trøðin liggur við Hvítanesvegin og røkkur niðan ímóti Tjóðsavninum, ið er Uppi á Brekku.
 

Neytatrøðin

Henda trøð lá í Klingrudali (norðan fyri Langadal) frá Hvítanesvegnum niðan móti Stórubrekku. Royndarstøðin legði hana inn í 1930-árunum til neyt og ross. Nú er meginparturin av henni farin undir vegirnar Hvítanesvegin og Vegin Langa.

Heimildarfólk:
Arne Thorsteinsson, fyrrv. landsantikvarur
Esbern Simonsen, sáli
Sólrun Hovgaard, f. Simonsen
Valdemar Dalsgaard, sáli

Skrivligar heimildir:
Arge, Símun V. 2005. Um svínahald í Føroyum. Fólkaleikur. Tórshavn: 38-52
Mohr, Janus. 1974. Lív og lutir. Frásagnir úr Hoyvík og av Hvítanesi. Hoyvík
Simonsen, Marjun. 1981. Staðanøvn í Hoyvík og Hoyvíkshaga. Serritgerð í sambandi við exam.art.-próvtøku (óprentað; ljóstak er til útláns á Føroya Landsbókasavni)

Tað ber eisini til at síggja myndirnar í myndasavninum, sum tú finnur ovarlaga og høgrumegin her á síðuni.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo